Ísrael viðgongur at hava skotið móti bilinum har Hind var í

Ísrael viðgongur at hava skotið móti bilinum har Hind var í
Ísraelski herurin hevur áður víst aftur, at hermenn vóru nær bilinum, har fimm ára gamla Hind Rajab varð funnin deyð
Fimm ára gamla Hind sat innibyrgd í fleiri tímar í einum bili, umgird av deyðum familjulimum.
Mynd: Wikimedia Commons  
 
21.08.2026 - 18:49

Ísraelski herurin viðgongur nú fyri fyrstu ferð, at ísraelskir hermenn skutu móti bilinum, har fimm ára gamla palestinska Hind Rajab sat innibyrgd í einum bili saman við deyðum familjulimum.

Tað skrivar DR.

Tað var í januar í 2024, at Hind sat í fleiri tímar innibyrgd í einum bili í Gasabýi saman við familjulimum, sum vóru skotin og dripin av ísraelska herinum, tá tey royndu at flýggja undan bumbuspreingingum í Gasabýi.
 
Í einari telefonsamrøðu við palestinska Reyða Hálvmána bað hon fleiri ferðir um hjálp.

Hind_1

 

- Kom eftir mær, ljóðaði røddin á lítlu gentuni, sum ringdi eftir hjálp.

Eftir tríggjar tímar slitnaði sambandið, og eina viku seinni varð Hind funnin deyð í bilinum saman við seks familjulimum. 

Tvey bjargingarfólk, sum vóru send at hjálpa fimm ára gomlu Hind, vórðu eisini funnin deyð.

Ísraelski herurin hevur áður víst aftur, at hermenn vóru nær bilinum, tá hendingin fór fram. Men nú viðgongur herurin fyri fyrstu ferð, at ísraelskir hermenn skutu móti bilinum, og herurin fer nú at kanna málið.

Hind Rajab Foundation, sum arbeiðir við málum um krígsførsluna í Gasa, hevur hinvegin onki álit á kanningini. Felagsskapurin heldur, at ísraelskar kanningar av egnum hermonnum sjáldan enda við ákæru ella revsing.

Samstundis sigur ísraelski herurin seg fara at kanna drápið av 15 palestinskum bjargingarfólkum, harímillum heilsustarvsfólk og einum starvsfólki hjá ST, sum vórðu funnin í einari hópgrøv í Gasa í fjør.

Ísraelska uttanríkisráðið sigur, at hesar kanningar, sum nú eru settar í verk vísa, at landið tekur rættartrygd og ábyrgd í álvara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672