- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnstøðunevndin fer í rættin við arbeiðsgevara
Javnstøðunevndin fer í rættin við arbeiðsgevara
Ein arbeiðsgevari noktar at rinda samsýning til eina kvinnu, sum sambært Javnstøðunevndini varð fyri mismuni, tí hon var við barn

21.08.2026 - 18:27
Javnstøðunevndin hevur tikið rættarlig stig móti einum føroyskum arbeiðsgevara.
Nevndin kom í januar til ta niðurstøðu, at arbeiðsgevarin hevði brotið Javnstøðulógina, tá ein kvinna ikki slapp at halda fram í starvinum, tí hon var við barn. Arbeiðsgevarin skuldi rinda henni samsýning svarandi til løn í 25 vikur, men arbeiðsgevarin noktaði at fylgja avgerðini.
Tí hevur Javnstøðunevndin heitt á ákæruvaldið um at reisa ákæru og hevur samstundis stevnt arbeiðsgevaranum.
Málið liggur framvegis hjá løgregluni, og enn er ikki avgjørt, um ákæra verður reist.
Hoyr innslag her:
Javnstodunevndin_meldar_mal
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























