Meistaradeildin: Obbekjær bjargaði NSÍ í yvirtíðini

Meistaradeildin: Obbekjær bjargaði NSÍ í yvirtíðini
Daniel Obbekjær bjargaði NSÍ annað stigið í toppbrakinum ímóti KÍ langt inni í yvirtíðini, og tí eru runavíkingar framvegis trý stig fremstir í oddastríðnum í Meistaradeildini
Daniel Obbekjær bjargaði NSÍ annað stigið í Klaksvík
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
23.08.2026 - 19:33

Daniel Obbekjær bjargaði NSÍ eitt stig í toppbrakinum móti KÍ, tá hann stakk seg upp og skallaði útjavnandi málið í netið langt inni í yvirtíðini við Djúpumýru. 

KÍ fekk ikki ruddað bóltin burtur, og so kundi hávaksni danski miðverjin seta pannuna á innleggið úr høgru síðu til 2-2. 

Tað var annars KÍ, sum leingi hevði tamarhald á dystinum. Tað var málleyst í steðginum, men í seinna hálvleiki løgdu Filip Brattbakk og Páll Klettskarð heimaliðið framum við einum skallara í part.

 

260823_DANIEL_OBBEKJAER

 

Tá bendi alt á, at meistararnir skuldu fara við øllum og leggja seg á odda í deildini, men tá Petur Knudsen minkaði um munin sjey minuttir fyri leiklok, broyttist dysturin.

Júst tað málið kom eftir hálvvánaligari roynd at sparka bóltin burtur frá KÍ-miðverjanum Gaston Tellechea og skjótt NSÍ-mótálop.

 - Tað er ókonsentratión í verjuni, har ein miðverji "clearar" við uttarsíðu, sum er ófyrigeviligt, inn í banan, og tá vita vit, at NSÍ'ararnir eru sterkir upp á kontraálopini har frá, og so er hatta ein av teimum. Petur (Knudsen, blaðm.) bombar hann uppundir nettakið, segði Árni Frederiksberg, sum átti uppleggi til bæði málini hjá heimaliðnum.

 

001ed840

 

Úrslitið ger, at NSÍ framvegis er trý stig frammanfyri KÍ, nú sjey dystir eru eftir at spæla, og tískil hevur FM-lagnuna í egnum hondum. 

 

Sær svart út hjá B68

HB misti kjansins at nærkast oddaliðunum, tá tað ikki eydnaðist havnarliðnum, sum annars hevur vunnið seks dystir á rað, at skora ímóti 07 Vestur í Gundadali.

EB/Streymur fekk luft í botnstríðnum við 2-0 heimasigri á AB, og Skála kom uppum niðurflytingarstrikuna við 1-0 sigri á B68 í botngýsaranum á Svangaskarði.

Markus Hellisdal skoraði sigursmálið við brotssparki, tá eitt lítið korter var eftir at spæla.

Úrslitið ger, at tað nú sær svart út hjá B68. Toftamenn eru niðastir við 15 stigum og hava fimm stig upp til Skála á 8. plássi. Harumframt er málmunurin níggju mál verri.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040