Dagstovnalógin er endurskoðað

Dagstovnalógin er endurskoðað
Endamálið er at dagføra lógina, so hon hóskar betur til dagsins tørv, faklig krøv og samfelagsligar broytingar, sigur Mentamálaráðið
Uppskotið um nýggja dagstovnalóg er sent til hoyringar. (Savnsmynd: Klaksvíkar kommuna)
 
25.08.2026 - 07:55

Lógin um dagstovnar og dagrøkt frá 2000 er endurskoðað.

Uppskotið er sent til hoyringar.

Endamálið er at dagføra lógina, so hon hóskar betur til dagsins tørv, faklig krøv og samfelagsligar broytingar, sigur Mentamálaráðið. 

Uppskotið greinar ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, ger greiðari, hvørji tilboð og aldursbólkar lógin fevnir um, og setur felags karmar fyri námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Verandi ábyrgdarbýti skal nágreinast, so eingin ivi er um, hvør hevur fakliga, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd.

 

Samskipa menning

Ein nevnd við umboðum frá landi og kommunum skal samskipa menning á økinum.

Kommunurnar fáa greiða heimild at áseta upplatingar- og afturlatingartíðir. 

Samanhangandi afturlating um summarið kann tó í mesta lagi vera fýra vikur.

Kommunur skulu tryggja atgongd til námsfrøðiliga ráðgeving, og landið veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá serligur fakligur tørvur er.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392