Framvegis lítið arbeiðsloysi

Framvegis lítið arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í juli var eisini beint undir eitt prosent
Í juli í ár vóru 323 fólk arbeiðsleys, 53 færri enn í juli í fjør.
Mynd: Hagstovan  
 
25.08.2026 - 10:34

Arbeiðsloysið var tað sama í juli, sum tað var í juni og mai.

Tað var 0,9 prosent.

Í juli í fjør var tað eitt prosent, skrivar Hagstovan.

Í juli í ár vóru 323 fólk arbeiðsleys, 53 færri enn í juli í fjør.

 

40 fólk langtíðararbeiðsleys

Í juli vóru 40 fólk langtíðararbeiðsleys.Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

Fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir.

Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroynni. Tað minsta er í Vágum og Norðoyggjum.

Minsta arbeiðsloysið er hjá teimum yngstu og teimum elstu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053