Landsverk hevur bara tvær milliónir at dagføra tunlar

Landsverk hevur bara tvær milliónir at dagføra tunlar
Upphæddin røkkur als ikki til allar tunlarnar, sigur deildarleiðari á Landsverki
Norðskálatunnilin. Játtanin at viðlíkahalda tunlarnar røkkur als ikki.
Mynd: Eysturoyarportalurin  
 
25.08.2026 - 13:00

Upphæddin, sum Landsverk fær til viðlíkahald av tunlum, røkkur als ikki.

Tað sigur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari á Landsverki, í sambandi við, at funnist verður at manglum og slitnari útgerð í Norðskálatunnlinum.

Bara tvær milliónir eru í løtuni til dagføring av tunlum, og teir eru nógvir.

 


Dan Sofus Hofgaard.

 

Í gjár vóru liðin 50 ár, síðani Norðskálatunnilin læt upp fyri almennari ferðslu.

Eyðstein Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at nógv vantar í tunlinum, og hann eftirlýsir m.a. bummar við báðar tunnilsmunnarnar.

Dan Sofus Hofgaard sigur, at arbeitt verður við málinum at seta bummar upp. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25082026_Dan_Sofus_og_tunlar

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860