Nýggjur fíggingarleistur skal finnast til eldraøkið

Nýggjur fíggingarleistur skal finnast til eldraøkið
Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið kann fíggjast komandi árini
Mynd: Savn  
 
26.08.2026 - 19:35

Nú skal ein nýggjur fíggingarleistur finnast til eldraøkið.

Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu eldraøkið kann fíggjast komandi árini. Tilmælini skulu vera liðug í november.

Verandi fíggingarleistur, sum nú er meira enn 10 ára gamal, klárar ikki at lyfta vaksandi útreiðslurnar til eldraøkið næstu árini.

Trupulleikin er, at eftirlønarskatturin, sum hevur fíggjað størsta partin av eldraøkinum, ikki heldur fram við at vaksa, nú tvungna eftirlønarinngjaldið er komið upp á 12 prosent.

Sambært nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum fingu kommunurnar tilsamans 636 milliónir krónur í inntøku frá eftirlønarskatti í fjør. Afturberingin fyri DIS, FAS, Fiskimanna- og uttanlandsfrádrátt vóru 103 milliónir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum

1828893

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025