Jan Sjóstein framvegis fyribilsstjóri á lønardeildini

Jan Sjóstein framvegis fyribilsstjóri á lønardeildini
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásannar, at so long fyribilssetan ger tað torført at argumentera fyri at seta ein annan, tá starvið verður lýst leyst
Jan Sjóstein hevur verið fyrbilsstjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum seinasta árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.08.2026 - 11:42

Í morgin, 29. august, er júst eit ár síðani, at Fíggjarmálaráðið kunngjørdi, at Jan Mortensen hevði sagt seg úr starvinum sum stjóri á lønardeildini, nú hann fylti 67, og Jan Sjóstein bleiv settur sum fyribilsstjóri.

Vanliga verður gjørt skjótt av at lýsa eftir nýggjum fólki, tá so týðandi størv í almennu fyrisitingini verða leys.

Men enn er ikki lýst eftir nýggjum lønarstjóra, og Jan Sjóstein er framvegis fyribilssettur í starvinum.

 


Aksel V. Johannesen.

 

Aksel V. Johannesen var løgmaður, tá Jan Sjóstein bleiv fyribilssettur, og er nú landsstýrismaður í fíggjarmálum. 

Fyri einum ári síðan var tað umráðandi at fáa lønarsamráðingarnar hjá tí almenna afturum, áðrenn starvið bleiv lýst leyst.

Og lønarsamráðingarnar eru enn grundgeving fyri at bíða við starvslýsingini, tí tær drógu út, ikki minst orsakað av løgtingvalinum í vár, og eru at kalla ongan veg komnar.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í útvarpstíðindunum: 

 

28082026_Lnoarstjori


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025