Uppsjóvarfiskur betur fyri

Uppsjóvarfiskur betur fyri
Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er 10 prosent størri enn tað var í juli í fjør, tá tað var metlágt
Føroysk uppsjóvarskip.
 
28.08.2026 - 05:58

Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er 10 prosent størri enn tað var í juli í fjør, tá tað var metlágt.

Fyribils úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti eru nú tøk.

Føroyar, Danmark, Ísland og Noregur gera hesar kanningar.

Makrelurin er fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum.

Harafturat var nógvur ungur makrelur í Norðsjónum.

Hjá norðhavssild er vísitalið 28 prosent størri enn í fjør.

Árgangirnir 2021 og 2022 eru góðir.

Fýra og fimm ára gomul sild eru 52 prosent av stovninum.

Svartkjaftur var at síggja mest sum allastaðni í kanningarøkinum.

Vísitalið fyri svartkjaft er 14 prosent størri enn í fjør.

Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti, 41 prosent av stovninum.

Um ein manað

Stovnsmeting, veiðutilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum vera kunngjørd 30. september.

Aðrar kanningar vóru eisini gjørdar.

Vatnskorpuhitin var yvir miðal allastaðni uttan á norska landgrunninum, har hann var undir miðal.

Djóraæti var mest í økinum millum Føroyar og Jan Mayen, og í miðal er nøgdin tann sama sum undanfarin ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820