Vørn fær alla tilbúgving og Arbeiðseftirlitið bara arbeiðsmarknaðarmál

Vørn fær alla tilbúgving og Arbeiðseftirlitið bara arbeiðsmarknaðarmál
Fakliga umhvørvið verður sterkari við at flyta tilbúgvingina til Vørn og lata nýggja Arbeiðseftirlitið savna seg um arbeiðsmarknaðarmál, sigur landsstýrið
Mynd: Savn  
 
28.08.2026 - 18:29

Vørn fær nú alla tilbúgving.

Og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið verður umskipað til Arbeiðseftirlitið.

Tað er fyri at fáa eitt sterkari fakligt umhvørvið at tilbúgvingin flytur til VØRN og at  Arbeiðs- og Brunaeftirlitið broytir navn til Arbeiðseftirlitið og bara skal hugsavna seg um arbeiðsmarknaðarmál.

Tað siga landsstýrisfólkini Bárður á Steig Nielsen og Margit Stórá.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1829320

 

Leivur flytur til Vørn

Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.

Hann skal halda fram við arbeiðnum at gera eina tilbúgvingarætlan fyri landið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1829351

Tummas Pauli Juul er settur sum fyribils stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Broytingarnar koma longu í gildið tann 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541