Lionel Messi spælt sín síðsta dyst fyri Argentina

Lionel Messi spælt sín síðsta dyst fyri Argentina
Lionel Messi hevur kunngjørt, at hann gevst á argentinska landsliðnum eftir 207 dystir, 125 mál og eitt heimsmeistaraheitið við Albiceleste
Lionel Messi lyfti HM-steypið í 2022. Argentina tapti finalur ímóti Týsklandi og Spania í ávíkavist 2014 og í 2026
Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.08.2026 - 17:26

Lionel Messi hevur spælt sín síðsta dyst í hvítu og bláu blusuni hjá Argentina.

 - Ein avgerð, sum pínur í sálini, skrivar fótbóltsúrmælingurin á Instagram í dag.

  - Men tíðin er komin, leggur hann afturat um torføru avgerðina, sum er tikin stutt eftir at pápin, Jorge Messi, doyði 68 ára gamal fyri kortum.

Tá skrivaði Messi, at hann ivaðist í hvussu nógv longur, hann fór at spæla fótbólt.

Sostatt gjørdist síðsti landsdysturin hjá Messi tapið fyri Spania í finaluni um heimsmeistaraheitið í summar eftir eina kapping, har 39 ára gamli tíggjarin hjá Argentina enn einaferð prógvaði sítt virði við átta málum og fýra uppleggum. 

 


Við átta málum og fýra uppleggum leiddi Lionel Messi Argentina til HM-finaluna í summar. Tapið fyri Spania verður seinasti landsdysturin hjá legendariska tíggjaranum. (Agustin Marcarian/Reuters/Ritzau Scanpix) 

 

Rakk tindunum 

Lionel Messi hevur spælt 207 dystir fyri Argentina og skoti 125 mál. Bæði eru met, og HM-kappingin í summar var hin sætta hjá Messi, sum av mongum verður mettur at vera besti fótbóltsspælarin yvirhøvur.

Hann rakk hæddunum  og skrivaði fótbóltssøgu í Katar í 2022, tá Argentina vann sítt fyrsta heimsmeistaraheiti síðan 1986. Við sjey málum vóru samanberingarnar við stóra Diego Maradona, sum frá byrjan lógu til vinstra beini, fullkomnar. 

Afturat heimsmeistaraheitinum hevur Messi vunnið Copa America tvær ferðir við Argentina.

 - Eg svørji, at eg altíð gav alt. Ikki bert seinastu árini, tá vit vunnu, men eisini áðrenn tað. Eg bardist av øllum alvi fyri blusuna, fyri at gleða tykkum og fyri - ígjøgnum fótbólt - at gera tykkum errin av at vera argentinar, skrivar Messi á Instagram.

Messi legði heimin fyri sínar føtur í Barcelona frá 2004 til 2021, tá hann skifti til PSG. Hann umboðar nú Inter Miami í USA, og sigur einki um, hvussu leingi hann fer at halda fram við tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742