Føroyameistararnir í sandflogbólti verða funnir Fuglafirði

Føroyameistararnir í sandflogbólti verða funnir Fuglafirði
Fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti verða funnir í Fuglafirði um vikuskiftið, har avgerðandi kappingin verður í Koksinum
 
03.09.2026 - 17:13

Fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti vera funnir í Fuglafirði um vikuskiftið, har sjeynda og avgerðandi kappingin verður spæld á innanduravøllinum í Koskinum.

Summarkappingin byrjaði í juni í Fuglafirði, og síðan hava fimm FM-stevnur verið í Sandavági, Havn og á Sandi. 

SÍ EISINI: Kappast nú um FM í sandflogbólti

Hjá kvinnum liggja trý lið væl fyri, áðrenn avgerandi kappingina. Bylgja Holm og Julie Madsen, Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir og Anna Katrina í Haraldstovu liggja best fyri.

Hjá monnum hava fýra lið skiftst um oddasessin. Kaj Johannesen og Elias B. Jensen eru á odda frammanfyri Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen, Jens Heri Bolstad Mortensen og Tórður Højsted og Bjarna Larsen og Oleksandr Dmytriiev, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Kappingin ímillum fremstu fýra liðini verður nú fríggjadagin og heldur fram leygardagin. Finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða leygardagin seinnapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329

Meira um sama evni