- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið fær at vita um hernaðarvenjing
Løgtingið fær at vita um hernaðarvenjing
Fyrrapartin fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at kunna uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um hernaðarvenjingina í Vestmanna

18.09.2026 - 06:52
Fyrrapartin fer landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at kunna uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um hernaðarvenjingina í Vestmanna.
Ráðførsla verður eisini um uttanríkismál.
Venjingin, sum eitur Lion Protector 2026, byrjar í næstu viku.
Men fyrstu fólkini eru longu komin til Vestmanna.
Donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er.
Væntandi vera okkurt um 80 fólk í miðstøðini á havnarlagnum.
Joint Expeditionary Force skipar fyri venjingini.
Londini í tí samstarvinum eru Bretland, Danmark, Niðurlond og baltisku londini.
Vørn verður eisini við í venjingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























