KÍ koppaði øllum við tveimum málum í yvirtíðini

KÍ koppaði øllum við tveimum málum í yvirtíðini
Alt bendi á, at HB aftur fór at vinna steypafinaluna á KÍ, men við tveimum málum í yvirtíðini vendu klaksvíkingar øllum og fóru avstað við gullinum
Sanna Svarvadal lyftir steypið upp um høvd, og KÍ kann fegnast um gullið
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
20.09.2026 - 14:11

Tá urið fór um 90 minuttir, bendi alt á, at HB aftur fór at vinna á KÍ finaluni um Løgmanssteypið.

Lea Lisberg og Julia Naomi Mortensen høvdu skorað báðu megin eitt KÍ-mál frá Biritu Mohr, og nú ráddi bara um hjá teimum reyðsvørtu at binda fyri.

KÍ hevði kortini aðrar ætlanir. Tá ein minuttur var farin av yvirtíðini, javnaði Birita Ryan fyri klaksvíkingarnar, og áðrenn HB hevði fótað sær aftur, avgjørdi altíð vandamikla Durita Hummeland fyri KÍ.

 


Birita Mohr hevur javnað til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Í yvirtíðini gjørdist Durita Hummeland stóra hetjan hjá KÍ. (Mynd: Jóhanna Thomsen)

 

Tær í bláum vóru sjálvsagt ovurfegnar, meðan vónbrotið í HB-leguni sjálvsagt var stórt. Tær høvdu mist á stokkinum, og KÍ hevði fingið søta hevnd fyri ósigurin á Tórsvølli í fjør.

Nú bendir alt á, at klaksvíkskvinnurnar fara avstað við greipuni í ár, tí í landskappingini veksur munurin niður til HB alsamt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120