Breddin: Demenssjúka og avvarðandi

Breddin: Demenssjúka og avvarðandi
Hvussu eru umstøðurnar hjá demenssjúkum og avvarðandi, og hvussu verður góða sambandið við demenssjúklingar varðveitt, verður spurt í sendingini i dag
Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku.
 
22.09.2026 - 08:58

Demensur rakar ikki bert tað einstaka menniskja, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Mett verður, at umleið 1.000 føroyingar hava demenssjúku, og 4.000 eru avvarðandi.

Tað eru kommunurnar, sum varða av eldra- og demensøkinum. Allar kommunur eru ikki eins væl fyri, og tí er eisini munur á tænastuni kring landið. Har er einki minstakrav.

 

Vantandi vitan

Hóast føroyska Alzheimerfelagið fylti 25 ár í gjár, á altjóða alzheimerdegnum, so er demenssjúkan framvegis merkt av tabu og vantandi vitan.

Hvussu eru umstøðurnar hjá demenssjúkum og avvarðandi? Hvussu verður góða sambandið við demenssjúklingar varðveitt?

Og hvussu skulu vit skipa demensøkið frameftir, spyrja vit í sendingini.

 

Trygdaravtala um Grønland

At síggja til kann drúgva og heldur óvanliga ósemjan um Grønland fáa ein fyribils enda, tá ið stjórnarleiðararnir í Danmark og Grønlandi í dag skriva undir trygdaravtalu við USA.

Hvat avtalan ítøkiliga ber í sær,  fáa vit kanska at vita meira um seinni í dag, tá ið avtalan verður undirskrivað á aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York í dag. 

Men hvat vita vit higartil um avtaluna?

Breddin klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442