Kommunala eftirlitið rætta staðið at svara spurningi um gegni

Kommunala eftirlitið rætta staðið at svara spurningi um gegni
Kommunustjórin í Tórshavnar kommunu vil ikki siga nærri, hvørji ráð hann hevur givið borgarstjóranum í málinum um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, býráðslimi
Jóan Petur Hentze er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.
 
25.09.2026 - 09:55

Kommunala eftirlitið er rætta staðið at fáa svarað spurninginum um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen. 

Tað heldur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, nú spurningurin um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen, javnaðarbýráðslimi í Tórshavnar kommunu, enn hongur í leysum lofti, og tískil eisini alt málið, sum tað snýr seg um.

Málið var á skrá á býráðsfundinum hóskvøldið í síðstu viku, og tá hendi tað, at ein limur í býráðssamgonguni, kollfirðingurin Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum, setir fram eitt broytingaruppskot um at flyta ætlaðu staðsetingina av eldradeplinum á Todnesi til eitt annað øki, nevnt Norðreki.

 


Bergur Robert Dam Jensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samtykt við tepum meiriluta

Broytingaruppskotið bleiv samtykt við teprum meiriluta. Bergur Robert Dam Jensen fekk partamannin, Heðin Mortensen, at taka undir við tí. Andstøðan tók eisini undir við tí máloinum, og tað var nóg mikið.

Men eftir býráðsfundin sáddi Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur fyri Tjóðveldi og partakvinna hjá Elsu Berg, borgarstjóra, alment iva um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen í málinum. Tí nýggja staðsetingin, Norðreki, er partur av festinum hjá mammu hansrara.

Morgunin eftir boðaði borgarstjórin so frá, at hon hevði steðgað málinum.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, sigur, at Kommunala eftirlitið eigur at kanna gegnisspurningin í málinum, og hann vil ikki siga nærri, hvørji ráð hann hevur givið borgarstjóranum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25092026_Joan_Petur_Hentze

 

Kringvarpið spurdi í gjár Kommunala eftirlitið, um tey høvdu fingið nakra fráboðan, fyrispurning ella kæru um málið. Tað hevði Kommunala eftirlitið ikki fingið. 

 

Sí eisini: Borgarstjórin í Havn tvíheldur um, at ein býráðslimur var ógegnigur

Sí eisini: Sigur seg vera gegnigan í málinum um eldradepil

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028