Løgtingið tekur undir við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni

Løgtingið tekur undir við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni
Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt uppskot um at flyta myndugleikan úr Danmark til Føroya
Lógin um at yvirtaka málsøklð rúsevni skal koma í gildi 1. januar.
 
25.09.2026 - 08:24

Løgtingið tekur undir við, at Føroyar yvirtaka málsøkið, sum eitur rúsandi evni.

Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, um at flyta myndugleikan úr Danmark til Føroya.

Uppskotið um sjálva yvirtøkuna, sum løgmaður hevur lagt fram, er í uttanlandsnevndini.

Uttanlandsnevndin hevur fund mikudagin, og hevur innkallað løgmann.

 

Felagsmál

Málsøkið er í løtuni felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað í Føroyum.

Tá málsøkið er yvirtikið, vera allar ásetingar, sum nú eru galdandi í Føroyum, og ikki stríða móti  heimastýrislógini, verandi í gildi, til tær vera broyttar ella avtiknar.

Heimildir og skyldur hjá donskum myndugleikum vera fluttar til føroyskar myndugleikar.

Lógin um yvirtøkuna skal setast í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655