- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arktis skal standa meira á egnum beinum

Fríggjakvøldið hittast tónleikarar úr arktiskum økjum í Norðurlandahúsinum, tá Pan-ArcticVision verður hildið í Føroyum á fjórða sinni.
Endamálið við verkætlanini er at knýta listafólk og lokalsamfeløg úr øllum Arktis tættari saman og varpa ljós á felags avbjóðingar og áhugamál.
"Alt er skipað eftir einum norður–suður-leisti. Tað ger, at vit í norðri alla tíðina verða útjaðarin í mun til okkara høvuðsstaðir. Hugskotið er at venda hesum við og vita, hvat kann koma burturúr, tá vit tosa saman tvørtur um landamørk," sigur Amund Sjølie Sveen, stigtakari fyri Pan-ArcticVision.
Fólkini verða gloymd
Sjálvstøða er eitt av lyklaorðunum hjá Pan-ArcticVision. Sambært Amundi Sjølie Sveen merkir tað tó ikki neyðturviliga politiskt fullveldi.
Hann vísir á, at Arktis ofta verður lýst sum eitt tómt øki við ráevnum og fíggjarligum møguleikum, har fólkini verða gloymd.
"Tá tú býrt har, er tað ikki fyrst og fremst eitt tilfeingisøki. Tað er títt heim."
Sambandið millum arktisku økini og høvuðsstaðirnar fyri sunnan er, sambært Amundi Sjølie Sveen, ofta ikki javnbjóðis. Tá sambond í staðin verða bygd tvørtur um Arktis, kunnu partarnir møtast á javnari føti.
"Tað snýr seg um at byggja eitt mentanarligt sjálvsálit. At trúgva upp á egnar førleikar, siga sínar egnu søgur og standa á egnum beinum," sigur hann.
(Pan-ArcticVision) Pan-ArcticVision skipar millum annað eisini fyri smærri konsertir og pallborðskjaki í Reinsarínum í kvøld.
Nakað at læra og læra frá sær
Fyri Amund Sjølie Sveen er politiska støðan hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroyar hoyra heima í Pan-ArcticVision.
"Føroyar hava eina valdsskipan uttanfyri landið, sum avger nógv. Tað sama síggja vit í øðrum arktiskum økjum, hóast viðurskiftini sjálvandi eru ymisk," sigur hann.
Samstundis heldur hann, at onnur arktisk øki kunnu læra av føroyskum royndum við sjálvstýri og varðveitslu av einum lítlum máli.
Stóru frástøðurnar og høgi ferðakostnaðurin eru millum størstu forðingarnar fyri at knýta arktisku økini tættari saman. Tað sæst eisini innan ríkisfelagsskapin, har ferðasambandið millum Føroyar og Kalaallit Nunaat er bæði drúgt og kostnaðarmikið.
"Tað er sera løgið, at tað skal vera so trupult at ferðast millum Grønland og Føroyar, tá bæði londini eru partar av sama ríkisfelagsskapi. Har hevur ríkisfelagsskapurin eina uppgávu," sigur Amund Sjølie Sveen.
Kringvarpið stroymir Pan-ArcticVision beinleiðis úr Norðurlandahúsinum á kvf.fo fríggjakvøldið.






















