Til reiðar at gerast stjóri í samanlagda stovninum

Til reiðar at gerast stjóri í samanlagda stovninum
Stjórin í Undirvísingarstýrinum hevur saman við stjóranum í Námi fingið uppgávuna at skipa fyri at leggja báðar stovnarnar saman
Hjalmar Hansen er stjóri í Undirvísingarstýrinum, sum nú skal leggjast saman við Námi.
 
29.09.2026 - 12:20

- Stendur mær í boði at gerast stjóri í nýggja, samanlagda stovninum, taki eg av.

Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

Saman við Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, hevur hann fingið uppgávuna at skipa fyri at leggja báðar stovnarnar saman. 

Mentamálaráðið boðaði í gjár frá, at Undirvísingarstýrið og Nám skulu leggja saman í ein stovn frá 1. januar.

 


Eyðun Gaard er stjóri í Námi. 
 

88 ársverk og 91,5 mió.

Talan verður um ein stóran, samanlagdan stovn við 88 ársverkum og fíggjarætlan upp á 91,5 milliónir krónur.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er roknað við, at samanlagdi stovnurin skal spara tríggjar milliónir krónur.

Hjalmar Hansen sigur seg ikki kunna útiloka, at talan kann verða um uppsagnir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29092026_Hjalmar_Hansen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129