- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipsboð verður aftur í morgun klokkan 10
Skipsboð verður aftur í morgun klokkan 10
Og kappingin hesa ferð verður millum farmaskipið Glyvursnes og loðsbátin Tjørnunes

30.09.2026 - 08:00
Føroyar eru siglandi tjóð, og føroyingar gera seg galdandi á øllum heimsins høvum. Og tað merkist, tí nógvir føroyingar fylgja væl við í tí, sum fyriferst á sjónum.
Og júst hendan vitanin er reyði tráðurin í spurnarkappingini Skipsboð, ið verður send beinleiðis mikumorgnar klokkan 10, og kappingin er millum skip.
Skip og manningar eru eisini vælkomin at tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsbod@kvf.fo
Skipsboð, í útvarpinum mikumorgunin klokkan 10, ella tú lurtar á KVF Ljóð, tá ið tað passar tær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























