Urd Johannesen fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan

Urd Johannesen fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan
"Ferðin til Kongurvág" eftir Urd Johannesen er ein hugfangandi barnabók, sum tekur børn í álvara, og tí hevur høvundurin fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri barnamentan
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
01.10.2026 - 17:15

M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan 2026 verður latin Urd Johannesen fyri bókina "Ferðin til Kongurvág". 

Í grundgevingini hjá dómsnevndini verður sagt, at "Ferðin til Kongurvág" er ein spennandi og hugfangandi barnabók, sum tekur børn í álvara.

Ólavur er upptikin av Minecraft og hevur ilt við at leggja spælið frá sær. Men í innganginum hóma vit eina frásøgn um ótta, dirvi og vinalag.

Í Minecraft hevur Ólavur tamarhald á støðuni. Har loysir hann uppgávur og stýrir sínum heimi. Men tá hann skal sova, kemur marran, og henni fær hann ikki tamarhald á.

 

Beinrakin andsøgn

Andsøgnin millum talgilda heimin, har hann stýrir, og tann innara heimin, har hann kennir seg sleptan upp á fjall, er beinrakin. Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, letur bókin dyrnar upp til ein hugflogsríkan heim.

Saman fara teir á ferð, har Ólavur verður bjóðaður av og lærir at standa ímóti tí, sum ræðir hann. Kortini megna teir báðir at samskifta og skilja hvønn annan, og at enda gerast teir vinir.

Silja Eystberg hevur hegnisliga myndprýtt bókina við dramatiskum og litføgrum myndum, ið stuðla og geva søguni eina eyka dimensjón.

Ferðin til Kongurvág flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og lýsir vinalag tvørtur um ymiskleikar. Bókin vísir, hvussu dirvi ikki er óttaloysi, men førleikin at halda fram, hóast óttin er til staðar.

M.A. Jacobsens virðislønin fyri barnamentan er 75.000 krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672