
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Margit Stórá, landsstýriskvinna, fer at heita á ALS-stýrið um at viðgera spurningin, um at fáa útlendingar við tíðaravmarkaðum uppihalds- og arbeiðsloyvi úr fiskavirkisskipanini.
Tað segði hon í tinginum í gjár, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni.
Tað var Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, sum spurdi landsstýriskvinnuna í almanna-og bústaðamálum, um hon fer at tálma vøkstrinum av útlendskari arbeiðsmegi, sum verður innflutt til arbeiðsloysi í fiskavirkisskipanini, sum hon málbar seg.
ALS kom í 1992, og hesi 33 árini, fiskavirkisskipanin hevur verið, hevur hon kostað okkurt um 687 mió. kr.
Útlendingarnir ferfaldaðir
Seinastu 10 árini er talið av útlendingum í fiskavirkisskipanini ferfaldað. Tað eru fólk, sum ikki eru danskir ríkisborgarar.
Sambært ársfrásøgnini hjá ALS fyri í fjør, brúkti ALS 16,8 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli til fólk á fiskavirkjum. Tey fingu fyri 132.950 tímar, 75 ársverk.
Í leiðslufrágreiðingini fyri 2025 sigur ALS millum annað, at fiskavirkisskipanin er ein avbjóðing, tí hon skeiklar arbeiðsmarknaðin, og yvirskipað er ALS framvegis av teirri fatan, at tað hevði verið betri, um fólk, sum einki arbeiði hava á fiskavirki, heldur vóru til arbeiðis hjá øðrum arbeiðsgevara, sum veruliga tørvar arbeiðsmegina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: