Rúsdrekkaforboð í grønlendskari kommunu

Rúsdrekkaforboð í grønlendskari kommunu
Fyri at verja børnini, setir grønlendska kommunan, Kujalleq, nú forboð fyri at selja rúsdrekka
Qaqortoq er býur í Kujalleq kommunu.
Mynd: Trip.com  
 
03.10.2026 - 14:17

Fyri at verja børnini, setir grønlendska kommunan, Kujalleq, nú forboð fyri at selja rúsdrekka.

Sølan av rúsdrekka, hevur ov nógvar óhepnar avleiðingar. Av teirri orsøk er tørvur á einum fyribils rúsdrekkaforboði.

Tað er boðskapurin hjá borgarstjóranum, Malene Wahl Rasmussen, úr flokkinum Demokratiit.

Kujalleq liggur í Suðurgrønlandi og tað búgva stívliga 6.000 fólk í kommununi.

- Vit kunnu ikki bara sita hendur í favn og hyggja at keðiligu avleiðingunum, sum nýtslan av rúsdrekka hevur fyri okkara umhvørvi, skrivar hon í tíðindaskrivi sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.

Hon hevur heitt á grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, um at seta forboð fyri at selja - og skeinkja - rúsdrekka. Landsstýrið hevur gingið umbønini á møti.

- Endamálið við einum fyribils rúsdrekkaforboði, er at taka burtur hóttanina móti tørvi barnsins og at verja fólkið, skrivar Naalakersuisut um avgerðina.

Rúsdrekkaforboðið var sett í gildi í gjár, men tað er ógreitt, hvussu leingi forboðið verður.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at rúsdrekkaforboð er í pørtum av Grønlandi.

Undir koronufarsóttini var forboð sett fyri at skeinkja rúsdrekka, sum var sterkari enn 2,25 prosent í Nuuk og Kapisillit, skrivar Ritzau-tíðindastovan. 

Grundgevingin tá var, at man vildi verja børnini, sum vóru nógv við hús undir farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120