- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sara skoraði tvey í toppdysti móti Køge

Evnaríka Sara Benjaminsen gjørdi vart við seg í toppdysti í bestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Bert 17 ára gamli føroyingurin skeyt tvey mál, tá FC Nordsjælland spældi javnleik í toppdystinum ímóti HB Køge.
Sara Benjaminsen javnaði til 1-1, tá 12 minuttir vóru spældir, og eftir at navnframa Nadya Nadim hevði lagt Køge framum aftur, javnaði fyrrverandi Skála-spælarin eina ferð afturat til 2-2.
LES EISINI: Stórtalent tikin út til A-landsliðið
FC Nordsjælland, har Kára Sigurðsson eisini spælir, er nummar tvey í A-liguni, fýra stig aftanfyri júst HB Køge og eitt stig frammanfyri Brøndby.
Bæði Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson eru júst tiknar út til føroyska A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Tær báðar skulu við til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Andorra fyrst í oktober, sum eru liður í fyrireiking til Baltic Cup í Estlandi seinni í vetur.




























