Telduálopið á Bakkafrost fær neyvan stórvegis avleiðingar

Telduálopið á Bakkafrost fær neyvan stórvegis avleiðingar
Dátueftirlitið hevur í ár fingið millum 70 og 80 fráboðanir um trygdarbrot, og tey flestu verða endað, uttan at meira hendir
Teldusníkar brutu inn í teldukervið hjá Bakkafrosti í síðstu viku.
 
07.10.2026 - 16:07

Tað fær neyvan stórvegis avleiðingar fyri Bakkafrost, at teldusníkar fingu atgongd til telduskipanir hjá felagnum hósdagin í farnu viku.

Tílík álop skulu vera fráboðað Dátueftirlitinum innan 72 tímar, og tað varð gjørt, váttar Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum. Enn er eingin niðurstøða gjørd, men hann sigur, at tað fer neyvan at taka langa tíð.

 


Tóri Højgaard.

 

70-80 fráboðanir um trygdarbrot

Dátueftirlitið hevur í ár fingið millum 70 og 80 fráboðanir um trygdarbrot, og tey flestu verða endað, uttan at meira hendir. 

Fyritøkurnar skulu siga, hvat er hent, hvussu tey hava roynt at fyribyrgt, at nakar skaði hendi, hvussu skaðin varð avmarkaður, og hvat felagið hevur gjørt fyri, at tað ikki skal henda aftur. Verður svarað nøktandi, verður málið lokað.

Kann fyritøkan ikki svara hesum spurningum nøktandi, verður farið víðari við málinum, og tað kann gerast dýrt, tí bótin verður mett eftir umsetninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860