Debutantar skoraðu í venjingardysti

Debutantar skoraðu í venjingardysti
Bæði Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson skutu mál, tá A-fótbóltslandsliðið vann stórsigur á Andorra í venjingardysti
Kára Sigurðsson skoraði tvær ferð fyri Føroyar, sum vunnu 5-0 í venjingardysti ímóti Andorra
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
09.10.2026 - 17:16

Bæði Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson skoraðu, tá føroyska fótbóltslandsliðið smurdi Andorra av í venjingardysti í dag.

Stórtalentini úr FC Nordsjælland eru við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, og gjørdu veruliga vart við seg í 5-0 sigrinum ímóti lítla fjallalandinum.

Jensa Tórálvsdóttir legði Føroyum framum fyri steðgin, áðrenn Anna Brændstrup økti til 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og so áttu debutantarnir annars tørn.

Tær vórðu báðar skiftar inn, og Sara Benjaminsen skoraði til 3-0, áðrenn Kára Sigurðsson økti til 5-0 við tveimum málum síðstu løtuna.

Fótbóltskvinnurnar skulu spæla ein landsdyst afturat ímóti Andorra, áðrenn leiðin gongur aftur til Føroyar. Dystirnir eru liður í fyrireikingunum til Baltic Cup seinni í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891