- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj lóg fyri yvir 70 ára gamla

Ein lóg um lendisumsiting er á veg.
Uppskotið er gjørt og sent til hoyringar til 19. november.
Í uppskotinum vera lógirnar um býarskipanir og byggisamtyktir, náttúrufriðing og viðarlundir settar úr gildi.
Harumframt vera ávísar ásetingar í lógini um landsvegir fluttar í lendisumsitingarlógina.
Kommunurnar vera framvegis høvuðsmyndugleiki í vanligari lendisumsiting.
Men landsmyndugleikar sleppa at gera landslendisskipanir fyri øki, sum skulu nýtast til landsendamál, eitt nú landsvegakervi, landshavnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir.
Við í uppskotinum er eisini talgild lendisskrá.
Alt lendi skal nú flokkast sum ikki viðkvæmt, viðkvæmt ella serliga viðkvæmt.
Í viðkvomum og serliga viðkvomum økjum kann loyvi til ítøkilig lendisinntriv, bygging og broytta nýtslu ikki gevast, fyrr enn kravd undankanning ella árinsmeting eru gjørdar.
Saman við lógaruppskotinum hevur Heilsu- og Orkumálaráðið gjørt ein kunningarbókling, sum í stuttum greiðir frá nýggju skipanini og teimum mest grundleggjandi broytingunum.
Nevndir avtiknar
Uppskotið fer at hava fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.
Men Skógfriðingarnevndin, náttúrufriðingarnevndirnar, millum annað Yvirfriðingarnevndin, og Býarskipanarnevndin, sum skulu takast av, kostaðu 840.000 kr. netto í fjør.
Lógaruppskotið er millum tey drúgvu.
Tað er 57 síður við viðmerkingum.
Lógin um býarskipanir og byggisamtyktir er frá 1954.



























