Lat náttúruna seta ferðina niður

Lat náttúruna seta ferðina niður
- Náttúran setir eingi krøv til okkum. Har kunnu vit vera, júst sum vit eru. Og tað ger nakað við okkum, sigur Jensia Brodersen, náttúruterapeutur
 
18.11.2026 - 14:19

Bláur himmal, gras, vindur og dagsljós.

Hetta og annað, sum vit kunnu uppliva úti í náttúruni, hevur sera góða ávirkan á okkum. At vera úti í náttúruni kann beinleiðis virka lekjandi á kropp og sinn.

- Tað ber til at máta í blóði og spýtti, at kortisolinnihaldið í kroppinum fellur munandi, bara 20 minuttir eftir at tú ert komin út í náttúruna, sigur Jensia Brodersen í útvarpssendingini, Heilsuhornið.

Hon er námsfrøðingur, gestaltterapeutur og náttúruterapeutur. Saman við Róu Midjord hevur hon fyritøkuna Náttúruterapi, har tær arbeiða bæði við náttúrugrundaðari terapi og heilsufremjan.

Jensia Brodersen er ikki í iva um, hví flest øll okkara kenna okkum væl eftir at hava verið úti í frískari luft eina løtu. Helst onkrastaðni har eingir bilar eru, og bara friður og náttúruljóð valda.

- Náttúran setir eingi krøv til okkum. Har kunnu vit vera, júst sum vit eru. Og tað ger nakað við okkum, sigur Jensia Brodersen.

Tú kanst hoyra sendingina Heilsuhornið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592