- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuútreiðslur í buktini fyri semju

Semingsroyndin millum Skipara- og navitatørfelagið og Reiðarafelagið, sum var á KG í Klaksvík, bar ikki á mál.
Leygarmorgunin boðaði Terji Sigurðsson semingsmaður Kringvarpinum frá, at semingsstovnurin hevði lagt eitt semingsuppskot fyri partarnar fríggjakvøldið.
Hetta semingsuppskotið var vrakað.
Sambært formanninum í Skipara- og navigatørfelagnum, Arnfinni Garðalíð, eru tað oljuútreiðslurnar, sum eru øktar nógv seinastu tíðina, sum liggja í buktini fyri semju.
Arnfinnur Garðalíð greiðir frá, at manningarnar skulu rinda sín part av oljunýtsluni, og limirnir hjá Skipara- og navigatørfelagnum skulu rinda meir enn ein part.
Hetta er ov nógv, sigur formaðurin og leggur aftrat, at tað er hetta, sum felagið vil broyta í nýggjum sáttmála.


























