Poddar á KVF Ljóð til heystið

Um KVF›Tíðindi
Poddar á KVF Ljóð til heystið
Illfýsið og váta veðrið setur dám á fyrsta dagin í heystferiuni. Men tá veðrið ikki lokkar út, er tað kanska júst rætta løtan at hugna sær við onkrum góðum í oyrunum.
 
12-10-2026

Á KVF Ljóð hava vit savnað eitt fjølbroytt úrval av søgum, poddum og sendingum, sum hóska væl til heystið. Her er bæði nýtt tilfar, góðir klassikarar og søgur, sum kunnu fáa teg at gloyma regnið uttanfyri eina løtu.

Nakað nýtt til heystferiuna

Mikudagin 14. oktober verður nýggja útvarpsrøðin Aftaná, sum Sissal Kampmann hevur lagt til rættis, at hoyra á KVF Ljóð.


 

Aftaná – um lívið eftir krabbamein

Krabbamein. Hetta ófrættakenda orðið kenna vit øll, og flestu okkara hava havt tað inni á lívinum, sum sjúklingur ella avvarðandi. - Sjálv havi eg havt ivasama heiðurin av at bera bæði heiti. 

Tá krabbamein gerst ein partur av lívinum, broytist tilveran. Ofta verður sagt, at tað finst eitt áðrenn og eitt aftaná. 

Í mánaðir og ár er lívið skipað eftir avtalum, kanningum, viðgerð og bíðitíð. Og brádliga er krabbameinið burtur, sjúkrahúsgongdin endar, og lívið skal byrja aftur. 

Tey rundan um anda lættan. Nú er tað yvirstaðið. Kanska skal lívið nú bara livast meira intenst, meira nærverandi og meira erligt. 

Men ber tað til? 

Hvussu er lívið aftaná? Hvat hendir við kroppinum, sinninum, samleikanum, arbeiðslívinum, familju- og parlívinum, fíggjarstøðuni og óttanum fyri afturfalli? 

Í hesi sendirøð hitta vit fólk, sum hava havt krabbamein, avvarðandi, serfrøðingar, fakfólk og myndugleikapersónar. 

Hoyr Aftaná í útvarpinum mikudagar kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð.

 


 

Bøkur og søgur til stór og smá

Leitar tú eftir íblástri til næstu bókina á náttborðinum, ella dámar tær at hoyra onnur lesa, tulka og umrøða bókmentir? Her eru nøkur uppskot:

Javnlíkar – framhaldssøga
Hoyr søguna um kollveltingina, ið miseydnaðist.

Vágskálin
Í Vágskálini verða bøkur lisnar, umrøddar og ummældar. Her kanst tú fáa íblástur til næstu lesiupplivingina.

Filosofiskur
Bókin Moby Dick verður viðgjørd úr einum heimspekiligum sjónarhorni.

Tey smáu skulu sjálvandi eisini hava okkurt gott í oyrunum. Á VIT Ljóð eru nógvar søgur at lurta eftir saman, bæði á longum biltúrum og heima í stovuni, tá regnið slær á rútarnar.

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum
Hoyr um dólgarnar Kaspar, Jaspur og Jónatan, Suffíu mostur, Bastian politimeistara og øll hini í hesum klassikaranum.

Okkara loyniliga stað
Søgur til børn, sum bjóða upp á bæði spenning og stuttleika.

Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum
Kom við inn í Vallbakkaskógin, har Klintrimús og nógv onnur dýr, bæði stór og smá, búgva.

Skip kunnu tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsbod@kvf.fo 
 

Hugni og óhugni umborð

Havið rúmar bæði hugna og óhugna. Hoyr søgnina um ein loyndarfullan mann á føroyskum sluppum, ella royn tína vitan um sjógv og skip.

Maðurin umborð
Hoyr søgnina um Lemparan, ósjónliga ferðafelagan, sum bæði hjálpti og ræddi føroyskar sluppmanningar.

Skipsboð
Í nýggju spurnarkappingini kappast skip úr ymiskum vinnum um at svara spurningum um sjógv, skip og sjólív. Hvussu nógvum kanst tú svara?

Kanska fóru hesar framvið tær?

Tað er ikki alt, vit náa at lurta eftir, tá tað kemur út. Tí hava vit eisini funnið nakrar sendingar fram, sum tú kanska ikki fekst við fyrstu ferð.

Tí tú ert kvinna
Sendingin varpar ljós á kvinnuheilsu, kvinnusjúkur og gransking í viðurskiftum, sum hava við kvinnur at gera.

Meiri enn tak yvir høvdið
Hvussu tryggja vit, at nýggir bústaðir í Føroyum bæði eru góðir at búgva í og geva nakað virðismikið til umhvørvið rundan um?

Oyggjar undir trýsti
Má føroyska náttúran víkja fyri støðugt størri vøkstri, menning og effektiviteti?

Lívið er okkara gáta: Tá ið Terji og Kári eru stórir tannáringar, koma teir at kennast, tí báðir spæla tónleik. Men tað vísir seg, at teir hava meira til felags enn tónleikin.

 

Gott úr savninum

Summar søgur tola væl at verða hoyrdar umaftur. Kanska hevur tú hoyrt tær fyrr, ella kanska bíðar ein góð søga eftir tær.

Lívið er okkara gáta
Søgan um, hvussu vegirnir hjá Terja og Kára møtast, og hvussu eitt loyndarmál knýtir teir saman í eitt serligt samband.

Kend yvir nátt
Bilar stóðu uttan fyri húsini hvørt kvøld, og allastaðni vóru eygu vend móti nýggja parinum. Hoyr søguna um at gerast kend yvir nátt.

Doktor Sophus
31. oktober 1906 doyði læknin í Klaksvík, Dr. Sophus. Fleiri gitingar hava verið frammi um, hvat hendi. Sendingin leitar aftur í søguna um læknan og deyða hansara.

Dreymurin og Drotningin
Útvarpsdokumentarur um aloevera-fyritøkuna Forever Living, sum hevur knýtt hundraðtals føroyskar kvinnur at selja fyri seg.

Hetta er bara eitt úrval av øllum tí, tú kanst lurta eftir í heyst.

Finn fleiri søgur, sendingar og poddar undir Heystar tíð á KVF Ljóð.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Um kvf css