- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan gav 1,3 milliardir í fjør
Ferðavinnan gav 1,3 milliardir í fjør
Seinastu trý árini hevur ferðafólkatalið ligið um 130.000 fólk um árið, og tað er minni, enn tað var fyri koronu í 2019

Ferðafólkatalið í fjør var 130.000 - tað sama sum í 2024 og 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
13.10.2026 - 08:41
Útlendsk ferðafólk vóru 130.000 í fjør, sama tal sum í 2024 og 2023.
70.000 komu við flogfari og 60.000 við skipi.
Talið er ikki enn komið upp á tað, sum tað var í 2019, tað er fyri koronu.
Heldur ikki tey, sum arbeiða í ferðavinnuni, eru vorðin eins nógv og tey vóru í 2019.
Ársverkini vóru 600 í fjør, 20 fleiri enn í 2024.
Inntøkan frá ferðavinnuni var 1,3 milliardir krónur. Tá er inntøkan frá stutttíðarleigu ikki tald við. Hon var 150 míó. kr.
Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Ferðavinnufelagnum.
Av teimum 130.000 ferðafólkunum, sum komu til Føroya í fjør, ferðaðust 70.000 við flogfari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Løgtingsvalið kom illa við
Løgtingsvalið í vár kom illa við hjá ferðavinnuni, skilst á lagnum.
Lógaruppskot og kunngerðir, sum høvdu lætt um hjá ferðavinnuni, duttu burtur.
Millum annað var kunngerð á veg um heimablídni og lógaruppskot um stutttíðarleigu, einkarrættin at keypa hjá Rúsdrekkasøluni og um burðardygdargjaldið.
Ferðavinnufelagið harmast um, at ferðavinnuskeiðið á NámiX heldur fyribils uppat.
Undirtøkan er ov lítil, sigur Ferðavinnufelagið.
Felagið fór í holt við skeiðið í 2022.
Talan er um eitt samstarv við NámX og Visit Faroe Islands.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























