- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá bumburnar komu flúgvandi til Klaksvíkar

Fríggjadagin 10. oktober 1941, umleið klokkan hálvgum tvey seinnapartin, kom eitt týskt bumbuflogfar púra óvæntað undan Klakkinum og stoytti seg niður móti Langukaj í Klaksvík. Har lógu nakrir bretskir trolarar lið um lið við føroysk fiskiskip.
Flogfarið slepti fleiri bumbum, og ein teirra rakti sluppina Fugloy, sum varð lyft upp úr sjónum og sakk eftir bert einum minutti.
Úti í Víkunum gekk ein stórur líkskari. Fólk flýddu í allar ættir at søkja sær skjól, meðan bumbuflogfarið fleyg lágt fram við og tvørtur um Eiðið, samstundis sum skotið varð við maskinbyrsu.
Hans Jacob Fuglø greiðir livandi frá, hvussu bumbuflogfarið stoytti seg niður móti langukai
Longu dagin eftir kom fíggindin aftur. Hesa ferð varð norski línubáturin Silva raktur úti á vánni. Ein bumba fór beint gjøgnum skipssíðuna og inn í maskinrúmið, har maskinmeistarin var staddur.
Síðani var friður í nakrar dagar. Men sunnudagin 26. oktober kom aftur eitt týskt bumbuflogfar flúgvandi høgt yvir Klaksvík og slepti fýra bumbum, sum sprongdust millum húsini niðri í Vági. Fimm hús fingu stóran skaða, og spreingingarnar gjørdu eisini skaða á eini 35 onnur hús.
Til alla lukku kom eingin til skaða, tá Klaksvík varð bumbað hesar tríggjar dagarnar í oktober fyri 85 árum síðani.
Elin Joensen sigur frá, hvussu kalt og óunnuligt tað var, at flýggja undan bumbualopunum í minuhúsið í Árnafirði
Skelkurin situr enn í minninum
Henda søgan um hvøkkin, ræðsluna og undrini verður nú lýst í nýggja dokomentarinum "Tá týskurin bumbaði Klaksvík", sum John Willim Joensen og Kári Sólstein hava lagt til rættis. Ólavur Wolles og Hans Petur Hansen hava staðið fyri upptøkunum.
Í dokomentarinum greiða fólk, sum vóru børn undir krígnum, frá teimum ógvusligu hendingunum og hvussu tey upplivdu dagarnar, tá bumburnar fullu yvir Klaksvík. Frásagnirnar bera vitni um, hvussu djúpt hendingarnar festu seg í minnið. Hóast 85 ár eru liðin, livir skelkurin frá teimum dramatisku døgunum framvegis í minnunum hjá teimum, sum enn eru á lívi.
Frumsýning í Varpinum týskvøldið
Áðrenn dokomentarurin verður sýndur í sjónvarpinum, fáa klaksvíkingar og onnur áhugað høvi at síggja hann á stórskíggja í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík.
Almenna frumsýningin verður týskvøldið 20. oktober klokkan 19.30, og atgongdin er ókeypis.
"Tá týskurin bumbaði Klaksvík" verður í sjónvarpinum hóskvøldið 22. oktober.
Fleiri bumbur brustu niðri í Vági í Klaksvík (Myndin er viðgjørd við Vitlíki)





























