- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýra oljan kann noyða hýruvognar at hækka prísin
Dýra oljan kann noyða hýruvognar at hækka prísin
Terji Jacobsen, hýruvognsførari, heldur, at skipanin við avgjøldum eigur at verða endurskoðað

Tað kann gerast neyðugt at hækka prísin fyri leiga hýruvogn, siga stjórarnir í Auto Taxi og Bil Taxi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
14.10.2026 - 10:58
Stjórar í hýruvognsvinnuni ásanna nú, at heldur oljuprísurin fram at hækka, er eingin annar møguleiki enn at hækka prísin fyri koyring.
Kringvarpið hevur tosað við Herluf Ingvardson Vang, stjóra í Auto Taxi, og Levi B. Cerveneac, stjóra í Bil Taxi.
Báðir vísa á, at sum støðan er vorðin, kann kann gerast neyðugt at hækka prísin, men enn er eingin avgerð tikin.
Terji Jacobsen, hýruvognsførari, sigur, at tørvur er at endurskoða galdandi skipan, har avgjøld leggjast oman á avgjøld.
Hoyr samrøðu við Terja Jacobsen:
14102026_Hyruvognar_og_prisir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























