- Tíðindi, mentan og ítróttur
ICES liðugt at eftirmeta fiskidagaskipanina í vár
ICES liðugt at eftirmeta fiskidagaskipanina í vár
Niðurstøðan hjá ICES verður millum annað brúkt til at meta, um fiskiskapurin er burðardyggur ella ikki

ICES eftirmetir fiskidagaskipanina og umsitingarætlanina og kemur við niðurstøðu 30. mars næsta ár. (Savnsmynd)
14.10.2026 - 08:16
Fyrr í ár bað Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, ICES um at eftirmeta fiskidagaskipanina, sum eisini umfatar sonevndu umsitingarætlanina.
ICES er er ein altjóða vísindaligur felagsskapur, sum kemur við ráðgeving um fiskiskap og havumhvørvi.
Niðurstøðan hjá ICES verður millum annað brúkt til at meta, um fiskiskapurin er burðardyggur ella ikki.
ICES upplýsir fyri Kringvarpinum, at felagsskapurin gekk umbønini á møti og arbeiðir við eftirmetingini. Men hon verður ikki klár at leggja fram fyrr enn 30. mars 2027.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























