- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur lækni í Vágum
Nýggjur lækni í Vágum
Nú kemur ein kommunulækni aftrat í Vágum

Søkt verður eftir tveimum læknum til læknamiðstøðina í Klaksvík.
14.10.2026 - 06:21
Nú kemur ein kommunulækni aftrat í Vágum.
Heilsutrygd søkir eftir sjey kommunulæknum.
Í heilsuøki 3 eru tvey størv, annað í Vestmanna og so nýggja starvið í Miðvági.
Tvey størv eru í læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík.
Søkt verður eftir kommunulækna, sum vanliga skal røkja Fuglafjørð og Gøtu eftir avtalu.
Og tvey størv eru á Tvøroyri.
Heilsutrygd sigur, at møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann vera um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























