- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan avlýsir bæði á sjógvi og landi
Strandferðslan avlýsir bæði á sjógvi og landi
Eingin sigling er i Kalsoynna tað, sum eftir er av degnum, og túrurin hjá Rituni úr Hvannasundi klokkan 14.45 er avlýstur

Teistin siglir av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 16.50, men síðani verður ikki siglt meira í dag.
14.10.2026 - 14:32
Illveðrið hevur við sær, at Strandferðslan avlýsir bæði á sjógvi og landi.
Bygdaleiðir koyra ikki fyribils í Suðuroynni, og fleiri aðrar leiðir kring landið eru eisini givnar at koyra fyribils.
Smyril sigldi ein túr í morgun, men hevur avlýst túrarnar restina av degnum millum Suðuroynna og Havnina.
Eingin sigling er til Kalsoyar tað, sum eftir er av degnum, og túrurin hjá Rituni úr Hvannasundi klokkan 14.45 er avlýstur.
Teistin siglir av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 16.50, men síðani verður ikki siglt meira í dag.
Strandferðslan heitir á fólk um at fylgja við dagføringunum á heimasíðuni, ssl.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























