Barnaútvarpið við í stórari kapping

Barnaútvarpið við í stórari kapping
Barnaútvarpið hjá Kringvarpinum er við í kappingini um Astrid Lindgren Memorial Award
Jonna Fritsdóttir Mortensen er leiðari í Barnaútvarpinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2026 - 07:15

Barnaútvarpið hjá Kringvarpinum er við í kappingini um Astrid Lindgren Memorial Award.

Barnaútvarpið er í bólkinum lesifremjandi virksemi. 

277 innstillingar eru úr 80 londum og økjum.

Rithøvundar, myndprýðarar, søgufólk og lesifremjarar eru innstillað.

Virðislønin er fimm milliónir svenskar krónur, sum eru tríggjar milliónir og 344.000 kr. í okkara pengum.

Vinnarin verður kunngjørdur 6. apríl næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210