- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast um makrel í dag
Samráðast um makrel í dag
Í dag fara strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg at samráðast um makrel

Í dag fara strandarlondini at royna at semjast um makrelin.
20.10.2026 - 06:41
Í dag fara strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg at samráðast um makrel.
Samráðingarnar, sum eru í London, halda fram í morgin og hósdagin.
Strandarlondini blivu í síðstu viku samd um heildarkvoturnar fyri svartkjaft og sild í 2027.
Heildarkvotan fyri svartkjaft er ein millión og 64.191 tons.
Fyri sildina er heildarkvotan 588.004 tons.
Londini hava gjørt eftir tilmælunum hjá fiskifrøðingunum í ICES.
Sambært verandi býti verður føroyska svartkjaftakvotan tí sløk 380.000 tons, 75.000 tons meira enn í ár.
Sildarkvotan verður sløk 60.000 tons, góð 5.000 tons meira enn í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























