- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar stríddu seg upp á javnt

Føroysku hondbóltskvinnurnar treiskaðust og tryggjaðu sær javnleik í venjingardystinum ímóti Eysturríki.
Toppskjúttin Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði við brotskasti í síðstu sekundunum, og kvinnurnar kundu hálsfevnast og fegnast um 33-33 eftir at hava runnið aftaná meginpartin av seinna hálvleiki.
Áðrenn dystin varð greitt, at knæskaði forðar fótfimu Súnu Krossteig Hansen at spæla í endaspælinum í Póllandi í desember, og tað er dyggur smeitur í álopsspælinum.
LES EISINI: Súna ikki við til endaspælið
Maria Pálsdóttir Nólsoy og Jana Mittún fara tískil at mangla tískil triðja musketerin í bakketuni, og nakrar fingu kjansin ímóti eysturríkarunum. Millum annað Marita Mortensen, Fríða Nolsøe Olsen og Ró Reginsdóttir vóru at síggja.
Á vongunum fingu Joan Johannesen og Christina T. Arge eisini virðismiklar minuttir afturat royndaru Rannvá Olsen og Brynhild Pálsdóttir.
Tað vóru kortini tó Jana Mittún, Pernille Brandenborg og ikki minst Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum gingu undan síðstu 10 minuttirnar, tá Føroyar skutu fimm mál fleiri enn vertirnir.
Leygardagin spæla Føroyar seinna venjingardystin ímóti Eysturríki.
Málskjúttar, Føroyar: Maria P. Nólsoy 8 (3), Jana Mittún 7 (1), Pernille Brandenborg 6 (2), Rannvá Olsen 3, Christina Turiðardóttir Arge 3, Fríða Nolsøe Olsen 3 (3), Brynhild Pálsdóttir 1, Marita Mortensen 1, Joan Rúnadóttir Johannsen 1



























