EM-bakkast: Súna ikki við til endaspælið

EM-bakkast: Súna ikki við til endaspælið
Súna Krossteig Hansen er framvegis skadd og nær ikki at gerast klár til EM-endaspælið í desember, sigur hjálparvenjarin hjá hondbóltslandsliðnum
Bakkast: Súna Krossteig Hansen verður ikki við til EM-endaspælið í Póllandi í desember
Mynd: Kolektiff  
 
22.10.2026 - 14:44

Knæskadda Súna Krossteig Hansen verður ikki við í føroyska landsliðshópinum til EM-endaspælið í Póllandi í desember.

Bakspælarin fekk ein skaða í knæið í september, og hon nær ikki at gerast til reiðar, sigur hjálparvenjarin Simon Olsen undan venjingardystinum ímóti Eysturríki í dag.

 - So vit fara at mangla ein týðandi spælara, sigur hann, og tí verður arbeitt við øðrum loysnum til føroysku bakketuna, har Súna Krossteig Hansen vanliga spælir saman við Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy.

 - Tað merkir, at onkur onnur skal vera til reiðar at taka hennara leiklut, og at meir ábyrgd fer at liggja á øðrum spælarum í staðin, og tað uppgávuna mugu vit taka, sigur Simon Olsen.

Talan er um stórt bakkast fyri Føroyar, sum ivaleyst hava sum mál at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, har Ukraina, Frakland og Pólland verða mótstøðuliðini ávíkavist 5., 7. og 9. desember.

Súna Krossteig Hansen, sum skifti til montonegrinska felagið Budućnost í summar, er sera stinn í ein ímóti einari-spælinum í álopinum, og júst teir eginleikarnir verða torførir at finna aðrastaðni í føroyska hópinum.

Føroysku hondbóltskvinnurnar spæla tveir venjingardystir ímóti Eysturríki hesa vikuna. Tann fyrri verður í dag klokkan 17 og kann síggjast á portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306