Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í annaðkvøld

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í annaðkvøld
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis úr Messuni í Sørvági í annaðkvøld kl. 20, tá mentanarvirðislønir landsins verða handaðar.
"Við virðislønunum ynskir landið at vísa virðing og takksemi fyri tey, ið skapa, menna og bera føroyska mentan fram," sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Mynd: Mentamálaráðið  
 
22.10.2026 - 12:02

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handar virðislønirnar, sum verða latnar listafólki og mentafólki fyri serlig listarlig avrik og íkast til føroyska mentan, list og mentanararv.

Tríggjar virðislønir verða latnar umframt sømdargávu landsins.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin persónum, sum hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.

Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Gávan er 20.000 krónur um árið og verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.

Handanin verður fríggjakvøldið 23. oktober kl. 20. Øll eru vælkomin í Messuna í Sørvági, og atgongdin er ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053