Géza mál og upplegg í Grimsby sigri

Géza mál og upplegg í Grimsby sigri
Géza Dávid Turi bæði skoraði og legði upp, tá Grimsby vann á Gillingham og steðgaði laku gongdini seinastu tíðina
Géza Dávid Turi hevur skotið Grimsby framum 3-1 ímóti Gillingham
Mynd: Grimsby Town  
 
25.10.2026 - 08:03

Grimsby Town hevði bert fingið eitt stig seinastu seks landskappingardystirnar, men laka gongdin varð steðgað við stórsigri á Gillingham.

Tað var ikki minst Géza Dávid Turi fyri at takka. Føroyski landsliðsmiðvallarin skoraði eitt mál og legði upp til eitt í 4-1 útisigrinum á Priestfield Stadium.

Grimsby legði seg framum mestsum beinanvegin, men heimaliðið javnaði, tá leið ímóti hálvleiki.

Eftir steðgin skeyt Iwan Morgan brotsspark í netið til 2-1, áðrenn Géza Dávid Turi økti til 3-1. Landsliðsmiðvallarin spældi ein mann leysan høgrumegin, og tá bólturin datt fyri fóturnar í Géza Dávid Turi inni í málteiginum, var uppgávan einføld.

 

 

Einki einfalt var við sendingini hjá føroyinginum 20 minuttir fyri tíð, tá Sonny Finch kom innn úr høgru síðu og gjørdist púra leysur við málverjanum og umsetti til 4-1.

Grimsby, sum fekk eina sera góða byrjan upp á kappingina, er nú nummar 11 í League Two, men sum vera man í lægru ensku deildunum, er ikki so langt upp til røkkstøkk-plássini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329