Sev-brúkarar rinda fyri striking av ampagjaldi

Sev-brúkarar rinda fyri striking av ampagjaldi
Eigarar og festarar, har vindmyllulundir verða settar upp, hava fingið fitt av peningi burturúr ampagjøldum
27.10.2026 - 19:59

Men tað skulu teir ikki fáa longur. Heilsu- og orkumálaráðið hevur broytt treytirnar, so at hesir ikki longur skora kassan.

 

Endar í lummunum hjá festarum og eigarum


Jarðeigarar og festarar fáa eitt lítið leigugjald, tá ið onkur setur vindmyllur á teirra jørð.

Men harafturat er eitt sokallað ampagjald, sum er væl størri, og sum endar í lummunum hjá festarum og eigarum.

- Eigarar og festarar kunnu gera við pengarnar sum teir hava hug til, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

550.000 krónur um árið í ampagjaldi

Festarin á Gellingarkletti, har Effo hevur vindmyllur, fær 480.000 krónur um árið í ampagjaldi.

Í Flatnahaga, har Magn hevur vindmyllur, er ein eigari. Tað er Tórshavnar kommuna. Kommunan fær 550.000 krónur um árið í ampagjaldi.

Avtalur eru gjørdar fyri fleiri ár fram, og gjøldini verða prístalasviðgjørd, og tí eru tey nakað hægri enn nevndu tøl, sum eru frá, tá ið vindmyllurnar komu upp.


SEV-brúkarin rindar

Umhvørvismálaráðið, tað sum nú eitur Heilsu- og orkumálaráðið, tók ampagjaldið av í fjør og arbeiðir við einari nýggjari skipan, har eigar og festarar fáa bara ein brøkpart av tí, teir hava fingið áður.

Avleiðingin er, at eigarar og festarar nú ikki vilja gera avtalur um at byggja vindmyllur á teirra jørð. Nú er ætlanin at ognartaka jørðina.

Hetta ger, at tað dregur enn longur út at fáa nýggjar vindmyllulundir um landið.

- Tann, sum rindar kostnaðin, nú tað dregur út at fáa vindmyllurnar upp, er el-brúkarin, tú og eg, sigur Hákun Djurhuus.

Nú SEV er í gongd við at gera fíggjarætlan fyri næsta ár, hækkar prísurin 10 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. 

 

Leigugjald ístaðin fyri ampagjald

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum, er stødd uttanlands og var tí ikki tøk til samrøðu.

Hon sigur, at hon hevur heitt á sína umsiting um at gera eitt uppskot um eina lendisætlan, sum ásetir leigugjøld í staðin fyri eina skipan við ampagjøldum og øðrum.

Uppskotið skal verða liðugt í komandi viku, sigur landsstýriskvinnan.
  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890