2.000 útlendingar fáa rætt til varandi uppihaldsloyvi

2.000 útlendingar fáa rætt til varandi uppihaldsloyvi
Búskaparráðið heldur, at útlendska arbeiðsmegin betrar um haldførisavbjóðingina
Útlendingarnir, sum hava arbeitti undir Snarskipanini, hava nú verið so leingi í Føroyum, at teir hava rætt til uppihaldsloyvi. (Savnsmynd)
 
04.11.2026 - 11:33

Fast Track ella Snarskipanin hevur nú verið í gildi so leingi, at ein stórur partur av útlendingunum, sum er komin til Føroya at arbeiða undir skipanini, skjótt fær rætt til varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Talan er um eini 2.000 fólk.

Tað var Magnus Rasmussen, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti Fast Track-skipanina í gongd.

Vinnulívið hevði leingi heitt á myndugleikarnar at skipa fyri smidligari atgongd til útlendska arbeiðsmegi uttan fyri ES. Fast Track-skipanin var ætlað at loysa ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi eitt tíðarskeið.

 


Johnny í Grótinum. 

 

Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at hóast vit hava sett á stovn eina snarskipan at fáa til vega fyribils arbeiðsmegi, sum fer avstaðaftur, so er ikki vist, at tað altíð verður so.

Búskaparráðið heldur, at útlendska arbeiðsmegin betrar um haldførisavbjóðingina. 

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Johnny í Grótinum, formann í Búskaparráðnum.

 

261103_DV_2000_UTLENDINGAR

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435