- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj sjónvarpssending: Talvið um Tinganes

26. mars 2026.
Í Kringvarpshøllini vilja øll hava orðið á Beinir Johannesen.
Fólkaflokkurin hevur fingið meira enn fjórðu hvørja atkvøðu og níggju tingfólk og er aftur størsti flokkur á tingi.
Longu áðrenn floksformenninir møtast í formansumfarinum, er fríggjaríið byrjað.
Hinir flokkarnir vita, at 29 ára gamli formaðurin fær ein avgerandi leiklut, tá ið nýggj samgonga skal skipast.
Beinir vil í samgongu.
Sum formaður í størsta flokkinum heldur hann tað vera natúrligt, at hann eisini gerst løgmaður.
Men valúrslitið tryggjar honum hvørki samgongu ella løgmanssessin. Fyrst skal hann savna ein meiriluta.
Frá innanhýsis stríði til valsigur
Fýra ár frammanundan tapti Beinir formansvalið í Fólkaflokkinum fyri Christiani Andreasen. Minni enn átta mánaðir seinni legði Christian frá sær. Hann hevði ikki neyðugu undirtøkuna til at fremja tær broytingar, hann helt vera neyðugar.
Sama kvøld var Beinir valdur til formann. Hann var 25 ára gamal og hevði ein mánað til at fyrireika flokkin til løgtingsval.
Valið í desember 2022 gav Fólkaflokkinum eina stóra afturgongd. Undirtøkan minkaði úr 24,5 niður í 18,9 prosent, og flokkurin misti tveir av sínum átta tingsessum. Eftir valið fór Fólkaflokkurin í andstøðu.
Nú er støðan vend. Við níggju tingfólkum hevur Beinir møguleika at gerast Føroya løgmaður.
Samráðingar aftan fyri stongdar dyr
Í Talvinum um Tinganes fylgja vit Beini Johannesen og Fólkaflokkinum frá valkvøldinum og inn í samgongusamráðingarnar. Ætlanin er at gera upp við blokkpolitikkin. Tað krevur, at flokkarnir finna semjur um mál, sum hava skilt teir.
Uttanfyri bíða fjølmiðlarnir. Teir spyrja, tulka orðingar og gita um, hvør nærkast hvørjum. Politikararnir siga lítið. Meðan teir samráðast um politikk og býtið av valdinum, skulu teir eisini avgera, hvat kann sigast alment, og hvat má bíða.
Í tveimum pørtum sleppa vit við inn, har samráðingarnar fara fram, og síggja, hvussu flokkarnir samráðast um politikk, sessir og valdið í Tinganesi.
Talvið um Tinganes verður send beint eftir Dag og viku, men hon kann longu nú stroymast á KVF Sjón.










