Vanlukkutryggingarráðið avgreitt 524 mál í ár

Vanlukkutryggingarráðið avgreitt 524 mál í ár
Umsitingin er styrkt - nú eru deildarleiðari, tríggir fulltrúar og tvey skrivstovufólk
Jóanna Djurhuus er forfólk í Vanlukkutryggingarráðnum.
 
13.11.2026 - 09:22

Til 4. november hevði Vanlukkutryggingarráðið fingið 351 fráboðanir og avgreitt 524 mál í ár.

Árini 2024 og 2025 vóru 887 fráboðanir og 640 avgreidd mál. 

Av teimum 1.000 málunum, sum ráðið hevði í mars 2025, eru 67 eftir.

Í mars 2025 var nýtt Vanlukkutryggingarráð valt. Og umsitingin er síðani styrkt.

Nú eru deildarleiðari, tríggir fulltrúar og tvey skrivstovufólk. 

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Almanna- og bústaðamálaráðnum.

Fíggjarnevndin viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2027. 

Endamálið er at avgreiða málini, áðrenn freistin fer, og avgreiða gomlu málini skjótast gjørligt, sigur Almanna- og bústaðamálaráðið.

Málið er harumframt at gera umsitingina einfaldari og skjótari.

Funnist var at Vanlukkutryggingarráðnum, tí fólk noyddust at bíða so lengi eftir avgerðum haðani, meira enn tvey ár, sum freistin er sambært lógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714