Zelenskyj vil hava vápnahvíld

Zelenskyj vil hava vápnahvíld
Ukrainski forsetin sigur seg vóna, at samráðingarnar fara at snúgva seg um vápnahvíld og at minka kríggið í stigum
Zelenskyj, forseti, hitti amerikonsku sendimenninar, Witkoff og Kushner, í Dublin í gjár.
Mynd: Paul Faith/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.11.2026 - 08:15

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, bjóðar evropiskum umboðum vælkomnum at luttaka í næsta umfari av friðarsamráðingunum við Russland, undir leiðslu av USA. 

Hann vónar, at samráðingarnar fara at snúgva seg um vápnahvíld og at minka kríggið í stigum, skrivar Reuters.

Zelenskyj tosaði við fjølmiðlar í Dublin í gjár, har hann er við á evropiskum toppfundi. 

Har hitti hann serligu amerikonsku sendimenninar, Steve Witkoff og Jared Kushner.

- Tað hevur týdning, at glið er komið á. Vit samdust um at arbeiða fyri eini dagsskrá, sum snýr seg um at minka kríggið, og fáa okkurt slag av vápnahvíld. Eg vóni, at vit fáa slíka dagsskrá, segði Zelenskyj.

 

Kushner: Evropa má vera við

Jared Kushner sigur, at tað ber ikki til at fáa semju um kríggið í Ukraina uttan at Evropa er partur av samráðingunum.

Hann segði, at tað er umráðandi, at glið nú er komið á friðartilgongdina aftur. 

Fyrr í vikuni hittust partarnir í Abu Dhabi. Tað vóru fyrstu samráðingarnar í níggju mánaðir.

Tíðliga í gjár boðaði Steve Witkoff frá, at nýtt samráðingarumfar verður skjótt, og at evropisk umboð vera við. 

Fráboðanin kom eftir, at hann og Kushner høvdu verið á fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442