Dálkað mjøl úr Danmark er eisini selt í Føroyum

Dálkað mjøl úr Danmark er eisini selt í Føroyum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at beina mjølið burtur
Matvørustýrið loyvdi í fyrstu syftu,, at kornið var selt víðari til handlar og brúkarar. Men nú hevur stýrið viðurkent, at hetta var ein skeiv avgerð.
 
20.11.2026 - 13:12

Danska Matvørustýrið - Fødevarestyrelsen - er miðdepil í einari gølu um korn, sum var illa dálkað av rottuskarni, deyðum músum, spírum og roti.

Hald varð lagt á 50.000 tons av korni í fjør, men Matvørustýrið loyvdi, at kornið var selt víðari til handlar og brúkarar.

Matvørustýrið viðurkennir nú, at hetta var ein skeiv avgerð. Talan er um kornframleiðaran Danish Agro, og í vikuni er enn ein goymsla hjá fyritøkuni stongd orsakað av umfatandi dálking.

Mjøl úr hesum korninum er eisini selt í Føroyum. 

 


Malan Nicolinudóttir Mikkelsen.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur júst lagt ein lista á heimasíðu sína við teimum kornmerkjum talan er um, sum eru seld í Føroyum.

Starvsstovan mælir fólki til at beina mjølið burtur.

Malan Nicolinudóttir Mikkelsen er deildarleiðari á matvørudeildini:

 

20112026_Nicolinudottir_1
 
Merki sum

- Valsemøllen, danskt hveitimjøl
- First Price Hveitimjøl
- Valsemøllen Manitoba
- Valsemøllen Tiop 00 og
- Rema 1000 hveitimjøl

eru seld í Føroyum, og onnur merki vera seld her. Alt mjølið, sum er afturkallað, er best fyri seinast í september 2026. 

Talan er altso í stóran mun um mjøl, sum ikki er á hillini longur, men sum er selt og ivaleyst eisini etið. 

Hvørji ráð hevur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen til fólk, sum varnast, at tey hava etið dálkaða kornið?

 

20112026_Nicolinudottir_2


 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793