- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hyggjuráðið
Vit ummæla dramafilmin “Just Mercy”, har Jamie Foxx, Michael B. Jordan og Brie Larson spæla høvuðsleiklutirnar. Síðani fara vit aftur at vitja Larry og tey í klassisku skemti-sendirøðini "Curb Your Enthusiasm". 10. sesongini í røðini er júst komin út.
At enda ummæla vit bergtakandi og nærverandi dokumentarfilmin, “Krigsfotografen”, sum snýr seg um danska stjørnufotografin, Jan Grarup.
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.
Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott – bæði føroyskt og útlendskt.
Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!