
Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarpið virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemið á stovninum.
Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrisfólkið í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Rógvi Olavson, formaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Rógva Olavson sum formann í stýrinum fyri Kringvarpið. Rógvi Olavson tók við formanssessinum 1. mars 2023.
Rógvi Olavson er Ph.d.-lesandi í politiskum vísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu trý árini hevur hann staðið fyri skeiðnum ”Miðlar og politiskt samskifti” á Søgu- og samfelagsdeildini.
Hann hevur fyrr millum annað starvast sum journalistur í Kringvarpi Føroya, sum undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya og sum fulltrúi á Løgmansskrivstovuni. Harumframt hevur hann sitið sum limur í miðlastuðulsnevndini.
Útbúgving: MA Sociology (University of Aberdeen), MSc Culture and Society (London School of Economics), MSc Politisk kommunikation og ledelse (Copenhagen Business School).
[[{"fid":"135854","view_mode":"colorbox","fields":{"format":"colorbox","alignment":"","field_photograper[und][0][value]":"Bjarn Árting Rubeksen","field_fragreiding[und][0][value]":"","field_uid[und][0][value]":"","field_title_text[und][0][value]":"","field_caption_t[und][0][value]":""},"type":"media","field_deltas":{"4":{"format":"colorbox","alignment":"","field_photograper[und][0][value]":"Bjarn Árting Rubeksen","field_fragreiding[und][0][value]":"","field_uid[und][0][value]":"","field_title_text[und][0][value]":"","field_caption_t[und][0][value]":""}},"attributes":{"class":"media-element file-colorbox","data-delta":"4"}}]]
Beinta Løwe, næstforkvinna
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum hevur sett Beintu Løwe sum næstforkvinnu í stýrinum fyri Kringvarpið frá 12. august 2025, tá ið undanfarna næstforkvinna Mathea Hilduberg tók seg úr stýrinum.
Beinta Løwe er journalistur og miðlaráðgevi og er sjálvstøðug vinnurekandi. Hon hevur drúgvar royndir við samskifti og miðlum.
Útbúgvingar: Journalistur frá Danmarks journalisthøjskole og cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti.
Gunvá við Keldu, stýrislimur
Gunvá við Keldu er virkiseigari av Estra/Vasti í Gøtu og Grafia í Klaksvík.
Gunvá hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráði síðani 2005 og borgarstjóri í Klaksvík árini 2009-2012.
Útbúgving: Miðlagrafikari og Grafonom frá Danmarks medie- og journalisthøjskole.
Michael Koba, stýrislimur
Michael Koba er valdur í Kringvarpsstýrið 1. mars 2023.
Hann er filmsframleiðari í KOVBOY FILM og rekur JUST DRIVE-bilútleigan.
Útbúgving: Hotel Management.
Høgni Reistrup, stýrislimur
Høgni Reistrup var valdur í stýrið 1. mars 2023.
Høgni er stjóri í fyritøkuni Guide to Faroe Islands og er útbúgvin cand.mag. í miðlavísindum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Dublin City University.

Annika Eidesgaard, stýrislimur
Annika Eidesgaard er vald í kringvarpsstýrið 1. mars 2023.
Hon starvast sum lærari í Tvøroyrar skúla og hevur verið í starvi síðan 2007.
Útbúgving: Fólkaskúlalærari á Føroya Læraraskúla í 2005 umframt onnur styttri og longri skeið.
Finnur Koba, starvsfólkaumboð í stýrinum
Finnur Koba er valdur at umboða starvsfólkini í Kringvarpi Føroya.
Hann hevur verið í føstum starvi á stovninum síðani 2012. Tey fyrstu árini á Aktuelt og seinnu árini á Mentan.
Finnur Koba er bachelor í miðlafrøði frá Aarhus Universiteti.




